Leita á in.fo

Jón Brian Hvidtfeldt 12.09.2013 (09:52)

Janus Rein í Fólkaflokkin

Janus Rein, sum hevur verið uttanflokkatingmaður síðani oktober í fjør, er nú partur av Fólkaflokkinum.

 

Harvið er Fólkaflokkurin størsti flokkur í landinum. Flokkurin hevur nú níggju løgtingslimir.

 

Janus Rein var valdur á ting fyri Framsókn á løgtingsvalinum 29. oktober í 2011. Hann fekk tá 250 atkvøður.

 

Men 11 mánaðir seinni valdi Janus Rein at veittra farvæl til Framsókn. Orssøkin var ósemja við formann floksins, Poul Michelsen.

 

Hoyr meira í tíðindunum á Rás2 klokkan 11

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her