Leita á in.fo

Danjal av Rana 02.06.2015 (05:42)

Reyður, bláur og hvítur flokkur

Um tjóðveldi verður tungan á vágskáluni, fara vit at stuðla tí stjórn, ið viðurkennir rættin hjá føroyska fólkinum at gera egna grundlóg uttan uppíblanding, segði Høgni Hoydal, tá Tjóðveldi í morgun legði fram valskránna til fólkatingsvalið, sum verður 18. juni.

 

Tjóðveldi legði á tíðindafundinum dent á, at flokkurin ikki ætlar sær at blanda seg upp í danskan politikk, men at vera virkin í teimum málum, sum viðkoma føroyskum borgarum og rættindum teirra. Flokkurin ásannar tó, at hann kann koma í eina lyklastøðu, tá nýggj donsk stjórn skal skipast, og tá hevur flokkurin felt niður eina meginreglu um, hvørjum blokki flokkurin skal stuðla.

Høgni Hoydal, formaður floksins, gjørdi greitt, at tað verður fullveldisspursmálið, sum verður avgerandi fyri, hvør blokkur fær stuðul frá Tjóðveldið.

-          Tann blokkur, sum vil viðurkenna okkara sjálvsavgerðarrætt, fær okkara stuðul, segði Høgni Hoydal. Hann mátti tó ásanna, at hann ikki fór at lata hvørja sum helst stjórn sleppa fram at valdinum í Danmark, so leingi hon hjálpti føroyingum á fullveldisleið.

-          Sjálvandi er tað ein spurningur um, hvør politikkurin hjá stjórnini annars er, men meginreglan verður tann, at Tjóðveldi stuðlar tí stjórn, sum vil viðurkenna rættin hjá føroyska fólkinum sjálvt at avgera, hvussu føroysk viðurskifti skulu stýrast, segði formaður floksins á tíðindafundinum í morgun.

 

Spurdur, um tað so er sannlíkt, at ein vanliga reyður flokkur, fór at stuðla eini bláari danskari stjórn, játtaði formaðurin at so kundi henda. Annita á Fríðriksmørk helt tá fyri, at Tjóðveldi á Fólkatingi hvørki var ein reyður ella ein bláur flokkur, men ein reyður, bláur og hvítur flokkur, ið fyrst og fremst fór at stríðast fyri at verja føroysk áhugamál og flyta sum mest av valdinum aftur til Føroya.

 

Les meiri um tíðindafundin hjá Tjóðveldi í Sosialinum, ið fæst til keyps í kvøld.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her