fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 13°C

Vindur 11.4m/s

Tvíhús: Sleipnisgøta 13B, 100 Tórshavn, 1950000 kr
Sethús: Á Heygnum Mikla 21, 100 Tórshavn, 1650000 kr
Sethús: Djúpagilsvegur 40, 188 Hoyvík, 2375000 kr

Annika Olsen, varaløgmaður

Hilmar Jan Hansen 25.07.2013 (17:49)

Landsstýrið kunnar altjóða miðlar

Landsstýrið hevur fyrrapartin viðgjørt álvarsligu støðuna, nú ES hóttir við at seta í verk boykott ímóti Føroyum.

– Vit royna nú at kunna altjóða fjølmiðlar um føroysku síðuna av sakini, sigur Annika Olsen, varaløgmaður, sum situr við borðendan í Tinganesi, tí løgmaður er í løtuni burturstaddur í summarfrí.

ES ætlar at seta forboð ímóti at innflyta sild og makrel ella vørur, sum eru gjørdar úr sild ella makreli, til ES, og er talan eisini um fisk, sum skal víðari til lond, sum eru uttan fyri ES.

Forboðið er galdandi fyri øll skip, sum fiska við føroyskum loyvi, og tey sleppa ikki at brúka ES-havnir, og stongsulin skal eisini fevna um havnir í Danmark, Svøríki og Finnlandi, sum eru limir í ES.

Undir myndini ber til at trýsta á pílin og hoyra samrøðu við Anniku Olsen, varaløgmann.

Vevlýsingar