07 Vestur fegnast um bjargingina

(Rás2) Hoyr prát við kenda 07 Vestur-fjepparan, Jarnhold Nattestad, sum fegnast um bjargingina hjá felagnum í effodeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu Rás2 hevði fyri einari løtu síðani við kenda 07 Vestur-fjepparan, og fyrrverandi nevndarlimin í 07 Vestur, Jarnhold Nattestad.

 

Samrøðan var gjørd aftaná KÍ í 1. deild hevði vunnið 2-0 á AB, og harvið tryggjað sær bronsu í 1. deild. Tað úrslitið gjørdi, at tað gjørdist líkamikið hvussu nógv B68 vann á ÍF. Bronsuplássið hjá KÍ, og fjórða plássið hjá B68 ger, at 07 Vestur bjargar sær plássinum í effodeildini.

 

Jarnhold Nattestad er sera fegin og sera lættur um úrslitini í 1. deild, og bjargingina hjá 07 Vestur. Hann fór uppfrá, tá hann frætti, at KÍ var á odda 2-0 ímóti AB. Tá byrjaði hann at trúgva uppá, at bjargingin hjá 07 Vestur var veruleiki.

 

Fyri spælararnar og menningina av felagnum er tað kærkomið, at 07 Vestur er at finna í effodeildini komandi ár.