07 Vestur: Leita eftir avloysara fyri Thiago

Gamlir kenningar upp á tal. Teirra millum fyrrverandi toppskjútti og royndur miðvallari

07 Vestur hevur ein dreym um, at felagið skal fáa fótin fyri seg í bestu deildini. Gongd er komin á ungdómsarbeiðið, vøllurin verður skiftur og umstøðurnar verða betraðar. Sostatt verða umstøðurnar til fótbólt í Sørvági væl betri komandi kappingarár.

 

Les eisini: Thiago vil bara spæla fótbólt - slatur feldi stjørnuspælaran

 

Málið er at yvirliva og byggja víðari. Tí hevur felagið eisini heintað spælara sum Ken Fagerberg og Petter Bjørlund. Nú sáttmálin við Thiago Pinto Borges er uppsagdur, so kemur væntandi annar styrkur inn.

 

- Vit fáa Søren Nielsen aftur til felagið í vikuni. Hann kemur at venja við, við tí endamáli at gera sáttmála. Vit vænta eisini at fáa Gunnleiv Olsen til lands aftur, eftir at hann fór at sigla, sigur Jim Sonni Guttesen.

 

Líkt er eisini til, at ein gamal kenningur á miðvøllinum verður at síggja aftur í ár. Talan er um serbiska Jovan Radinovic-Panic, sum hevur spælt við 07 Vestur øll árini síðani felagið sá dagsins ljós.

 

- Hann hevði trupulleikar við sjúku í fjør, men hann er nú komin fyri seg. Hann verður eisini at síggja kring hópin, sigur Jim Sonni Guttesen.

 

At enda leggur hann afturat, tað framvegis er pláss fyri einum profili í hópinum.

 

- Vit leita eisini eftir einum profili afturat, men tað verður nokk ikki fyrr enn í evstu løtu, um tað verður til nakað, sigur Jim Sonni Guttesen, ið vónar at fólk fara at stuðla felagnum væl í ár.

(Brot úr grein í ÍtróttarSosialinum frá í gjár)