07 Vestur: Pauli situr tryggur

Jim Sonni Guttesen sigur, at tað hevur ikki verið upp á tal at koyra venjaran

Eftir 10 dystir í Betri deildini hjá monnum, hevur 07 Vestur bara fingið eitt stig. Eftir 3-0 ósigurin á heimavølli fyri Suðringum, eru vágamenn púra einsamallir í botninum, men venjarin, Pauli Poulsen, situr tryggur í sessinum.

 

- Tað hevur ikki verið upp á tal at skifta venjaran. Vit hava fokus á øðrum tingum her í felagnum. Alt tað grundleggjandi í felagnum er í ordan. Tá hugsi eg um ungdómsarbeiðið og tað fíggjarliga. Vit hava verið óhepnir við besta liðnum, men í løtuni halda vit fast, sigur Jim Sonni Guttensen, formaður í 07 Vestur.

 

Hann leggur dent á, at felagið í síni stóru heild er væl rikið. At tað legst afturat við ungum spælarum, men at stór útskifting á besta liðnum hevur gjørt uppgávuna torføra.

 

- Eg haldi, at vit skulu halda fast og stuðla felagnum, so vit ikki enda sum í 2009 til 2011, tá vit skiftu venjara fleiri ferðir. Vit hava havt okkara niðurtúr, so kanska kemur upptúrurin nú, sigur Jim Sonni Guttesen við Sosialin, sum kemur út í morgin.

 

07 Vestur hevur eitt stig fyri 10 dystir. Sjey stig eru upp til AB á 9. plássi, meðan níggju stig eru upp til niðurflytingarstrikuna. Les longri samrøðu við Jim Sonna Guttesen í upptaktini til 11. umfar í VikuskiftisSosialinum, sum kemur á gøturnar í annaðkvøld.