Leita á in.fo

Liðskiparin hjá 07 Vestur, Høgni Egilstoft Nielsen vónar, at upptúrurin kemur í komandi dysti ímóti Víkingi (Mynd: jn.fo)

Heri Simonsen 15.04.2018 (20:45)

07 Vestur rann aftaná allan dystin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við 20 ára gamla liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen, ið saman við liðfeløgunum tapti greitt 0-3 á heimavølli ímóti B36 á Dungasandi vesturi í Sørvági.

 

Fyri Høgna Egilstoft Nielsen og liðfelagarnar var talan um stórt vónbrot, men Høgni staðfestir, at teir í 07 Vestur runnu aftaná B36 allan dystin. Og hann heldur eisini, at B36 var klárt tað betra liðið í dag.

 

Gongdin er tung hjá 07 Vestur við bert einum stigi, men ungi liðskiparin vónar, at teir í komandi dystinum ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu kunnu eins og í fjør fáa úrtøku, tá teir fingu góðan 2-2 javnleik ímóti FM-vinnarunum.

 

Samrøðan sum Rás2 gjørdi við Meinhard E. Olsen hjá B36 hoyrist HER

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her