10 ungir telvarar til Noregs

Aftur í ár luttaka Føroyar í NM í talvi fyri ungdóm, sum verður í Drammen í Norra hetta vikuskiftið. Telvað verður í 5 ymiskum aldursbólkum í aldrinum 9 til 18 ár. Londini hava tveir telvarar í hvørjum aldursbólki. Kappingin er byrjað í dag fríggjadag og endar sunnukvøldið.

 

Venjari og ferðaleiðari hjá teimum 10 føroysku telvararunum er Helgi Dam Ziska, sum sjálvur hevur vunnið kappingina tvær ferðir.

 

Beinleiðis talv, úrslit og støður er at finna á heimasíðuni ungdom2017.nordisksjakk.no

 

Á myndini sæst ferðalagið, sum er í Noregi. Aftast frá vinstru: Suni í Horni Nielsen, Janus Skaale, Kaj Olsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Leif Reinert Fjallheim, og Helgi Dam Ziska.

Fremra rað frá vinstru: Jón í Horni Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, Benjamin Reinert Fjallheim og Elias Petersen