Leita á in.fo

Mynd: Björg Svabo / Hvirlan / Facebook.com

Danjal av Rana 16.04.2018 (10:47)

17 ára gamal vann mannfólkarenningina

17 ára gamli Dánjal Dahl Ljósheim vann Mannfólkarenningina, sum Hvirlan og Føroya Bjór skipaðu fyri leygardagin. Hetta er ein afturvendandi renning í Havnadali, har tað í stóran mun verður runnið eftir gøtum, á bøi og í áum heldur enn eftir vegnum.

 

Økið, sum runnið verður í, er nógv broytt seinastu árini. Nýggj brúgv er komin millum Havnina og Argir, vegurin í Vika er grivin upp og ósin í Sandágerði er í støðugari broyting.

 

Fyriskipararnir høvdu aftur í ár spent eitt net út í Sandágerði, so at luttakararnir máttu grulva nakrar metrar.

- Kortini var ferðin høg og longu aftaná smáar 23 minuttir byrjaðu menn at koma á málið, sum var hjá Wenzel. Fyrstur um málstrikuna var Dánjal Dahl Ljósheim við tíðini 22,49 minuttir og honum á baki komu sjey mans, sum runnu undir 24 minuttir. Liðkappingina vann Bragdið, skrivar Hvirlan.

 

Dánjal Dahl Ljósheim vann, Steffan Klein Poulsen bleiv nummar tvey við tíðini 23,27 minuttir og Magni Jóhnson Hanssen bleiv nummar trý við tíðini 23,33 minuttir.

 

Andrass Joensen var skjótastur av veteranunum við tíðini 23,45 minuttir, Hallur Holm kom honum á baki við tíðini 23,56 minuttir og á triðja plássið kom Hjalti Eliassen við tíðini 27,14 minuttir.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her