Leita á in.fo

Her sæst tvímálsskjúttin hjá TB/FCS/Royn, 17 ára gamli, Stefan Radosaljovic í nærdysti við Hans Jørgen Djurhuus, sum er 22 ár eldri enn Stefan Radosaljovic

Heri Simonsen 24.09.2017 (19:25)

17 ára gamli Stefan er málhetjan hjá Suðringum

Úrslitið: Víkingur-TB/FCS/Royn 2-3 (1-0) má av teimum flestu staðfestast at verða mest óvæntaða úrslitið í effodeildini 2017.

 

Ein av høvuðspersónunum aftanfyri stóra roysnið hjá TB/FCS/Royn er 17 ára gamli, Stefan Radosaljovic, sum skoraði tvey av teimum trimum málunum hjá TB/FCS/Royn. Og var hepnið við U17 landsliðsspælaranum hevði hann skotið hattrick. Hann kom á vøllin tá ein hálvur tími var farin, og løtu aftaná meddaði hann eitt skot, sum rakti tvørstongina hja Víkingi.

 

Stefan Radosaljovic er sera fegin, og greiður frá, at tað er fyrstu ferð, at hann skorar tvey mál í einum dysti í effodeildini: - Eg skeyt fyrstu ferð, sigur hann um sigursmálið til 3-2.

 

Stefan Radosaljovic og liðfelagarnir eru seks stig røttu megin niðurflytingarstrikuna, men hann slær fast, at enn er einki liðugt, og teir í TB/FCS/Royn mugu stríðast víðari fyri at tryggja sær, at teir eisini komandi ár verða at finna í effodeildini. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Stefan Radosaljovic aftaná 3-2 sigurin hjá TB/FCS/Royn yvir FM-vinnarunum hjá Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í dag. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her