2. FM-hálvfinalan verður meira spennandi (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Niklas H. Hanusarson (H71) og Andrias Eriksen (VÍF) sum vóru í "SportBoxini" á FM1 seinnapartin


Andrias Eriksen hjá VÍF (nummar 10) sæst her í verjustøðu í dysti móti KÍF í høllini í Kollafirði

Andrias Eriksen hjá VÍF (nummar 10) sæst her í verjustøðu í dysti móti KÍF í høllini í Kollafirði

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Niklas H. Hanusarson hjá H71 og Andrias Eriksen hjá VÍF í sendingini "SportBoxin" á FM1 seinnapartin.

 

Mikukvøldið flongdu vestmenningar H71 og vunnu ein knúsandi 33-22 sigur á H71, men bæði Andrias Eriksen og Niklas H. Reginsson staðfesti, at tað verður ein meira spennandi og tættur dystur í Hoyvíkshøllini, sunnudagin klokkan 16.

 

Niklas H. Reginsson slær fast, at teir í H71 hava reist seg fyrr aftaná slík stórtap, og tann frimilin skal finnast fram aftur nú.

 

VÍF hevur nú tveir møguleikar at røkka FM-finalunum, og fyri Andrias Eriksen verður tað meir enn gott um VÍF bara vinnur við einum máli.

 

Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum millum H71 og VÍF á FM1.