21 minuttir lagdir afturat

Tað gekst ikki væl at fáa avgreitt dystin, tá ið FCK spældi í Europa League í kvøld.

Tað gekk ikki so væl at fáa dystin avgreiddan, tá ið danska FCK í kvøld spældi 1-1-javnleik á útivølli ímóti kekkiska FC Zlín. Tað var sera nógvur mjørki við leikvøllin, og hetta hevði við sær, at dysturin varð steðgaður eina løtu, og heili 21 minuttir vórðu lagdir afturat.


Dame Diop legði heimaliðið á odda í 11. minutti, men stutt aftaná javnaði Peter Ankersen til endaliga úrslitið, 1-1. Hetta var triði javnleikurin á rað hjá FCK í Europa League-bólkaspælinum, har teir nú eru á einum deildum øðrum plássi í bólki F.


Tað eru einans fýra lið, sum hava fult stigatal eftir fyrstu trý umførini. Tey eru Steaua Bukarest, Arsenal, Lazio og Zenit Skt. Pætursborg.


Úrslitini í kvøld:


Bólkur A

FC Astana – Maccabi Tel Aviv 4-0

Villarreal – Slavia Prag 2-2


Bólkur B

Dynamo Kyiv – Young Boys 2-2

Skenderbeu – Partizan Beograd 0-0


Bólkur C

Braga – Ludogoretz Razgrad 0-2

Hoffenheim – Istanbul Basaksehir 3-1


Bólkur D

AC Milan – AEK Athen 0-0

Austria Wien – Rijeka 1-3


Bólkur E

Atalanta – Apollon Limassol 3-1

Everton – Lyon 1-2


Bólkur F

FC Sheriff – Lokomotiv Moskva 1-1

Zlín – FCK 1-1


Bólkur G

Hapoel Beer Sheva – Steaua Bukarest 1-2

Lugano – Viktoria Plzen 3-2


Bólkur H

BATE Borisov – FC Køln 1-0

Crvena Zvezda – Arsenal 0-1


Bólkur I

Konyaspor – Salzburg 0-2

Marseille – Vitoria de Guimaraes 2-1


Bólkur J

Ostersunds FK – Athletic Bilbao 2-2

Zorya – Hertha Berlin 2-1


Bólkur K

Nice – Lazio 1-3

Zulte-Waregem – Vitesse 1-1


Bólkur L

Vardar Skopje – Real Sociedad 0-6

Zenit Skt. Pætursborg – Rosenborg 3-1