Leita á in.fo

Ryan McBride gjørdist liðskipari í 2015, og tað var hann eisini, nú hann so bráddliga varð funnin deyður.

Vilmund Jacobsen 20.03.2017 (12:27)

27 ára gamal liðskipari deyður

Írski fótbóltsheimurin er í sorg, nú 27 ára gamli liðskiparin hjá Derry City, Ryan McBride, er funnin deyður.

 

Ryan McBride varð funnin deyður í síni egnu song í gjár - dagin eftir, at hann og hansara liðfelagar vunnu ein fótbóltsdyst við fýra málum móti ongum.

 

Orsøkin til deyðan er fyribils ókend, skrivar írska Independent. 

 

- Hetta eru ræðulig tíðindi, og allir okkara tankar fara til familju og vinir hjá Ryan McBride, skrivar eitt nú kendi írski áleyparin, John Hartson, á Twitter.

 

Derry City skuldi týsdagin spæla ein dyst í bestu írsku deildini móti Limerick, men hesin dysturin er fyribils útsettur.

 

Tilburðurin við Ryan McBride hevur skakað írska fótbóltsumhvørvið. Hin 27 ára gamli hevur øll árini spælt við Derry City. Hann hevur spælt yvir 100 dystir og hevur skotið níggju mál sum verjuleikari.

 

Ryan McBride gjørdist liðskipari í 2015, og tað var hann eisini, nú hann í gjár so bráddliga varð funnin deyður.