Leita á in.fo

Tróndur Arge 10.01.2017 (11:04)

48 lond til HM í fótbólti

Leiðslan í heimsfótbóltssamgonguni – FIFA – hevur í dag atkvøtt fyri, at tað verða 48 lond, sum sleppa við til HM endaspælið í 2026. Tað boðar FIFA frá á Twitter. Málið bleiv einmælt samtykt.

 

Les eisini: 48 lond til HM?

 

Leiðslan í FIFA hevur i løtuni stóran fund og enn eru ikki so nógvar detaljur um nýggju HM skipanina. Mett verður, at UEFA fer frá 13 luttøkulondum til 16, meðan stóru vinnararnir verða Asia og Afrika, ið fara at fáa fleiri lond til HM endaspælið. Greitt er tó, at talan verður um 16 bólkar við trimum liðnum. Tvey lið koma so víðari úr hvørjum bólki. Tað er enn ikki greitt hvar HM 2026 verður.

 

Tað er FIFA-forsetin, Gianni Infantino, sum er komin við uppskotinum, og ímillum hansara grundgevingar er, at hækkaða talið fer at økja um samlaða talið á endaspælsdystum úr 64 upp í 80. Londini skulu tó ikki spæla fleiri dystir hvør í sær, tí talið á dystum fyri hvørt land verður framhaldandi í mesta lagi sjey.