Leita á in.fo

Pætur Dam Jacobsen, liðskipari hjá Skála, sum sæst við bóltinum her fegnast um eitt gott arbeiðsavrik

Heri Simonsen 19.03.2017 (21:15)

Á Skála fegnast teir um arbeiðsavrikið

Á Skála kunnu tey betri liva við 0-0 ímóti HB enn øvugt.

 

Liðskiparin og veteranurin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen fegnast um eitt framúr gott arbeiðsavrik í tveimum dystum, har Skála hevur hildið málið reint ímóti bæði HB og KÍ við tveimum 0-0 javnleikum. Tó undirstrikar Pætur Dam Jacobsen at arbeiðast skal við tí framrættaða, so liðið eisini kann koma á máltalvuna.

 

Pætur Dam Jacobsen gongur ikki so høgt uppí, at Skála hevur hildið tveir sonevndar FM-biðlar, HB og KÍ frá fatinum. Hann heldur, at "ekspertarnir" eru í so skjótir at útnevna FM-kandidatar so tíðliga á árinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Pætur Dam Jacobsen á Rás2 beint aftaná dysturin ímóti HB var liðugur.