Aalesund vann oddadystin

Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin, tá Aalesund í kvøld vann oddadystin í næstbestu norsku deildini móti Viking á útivølli

 

Tað gongur strúkandi væl hjá norska felagnum, sum Sonni Ragnar Nattestad er leigaður út til í hesum døgum. Aalesund vann í kvøld týðandi dyst í oddastríðnum í næstbestu norsku deildini ímóti Viking á útivølli, sum ger, at Aalesund nú er fýra stig fremst í næstbestu norsku deildini.

 

Sigurin í kvøld var á útivølli móti Viking, sum liggur sum nummar tvey í deildini. Aalesund vann dystin 0-2 eftir hálvleiksstøðuna 0-1, og Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin í trýmans verjuni hjá Aalesund.

 

Norskir miðlar skriva, at tað sum serliga gjørdi munin í kvøld í dystinum var, at Aalesund var betri enn Viking reint taktiskt, og at tað var høvuðsorsøkin til sigurin.

 

Aalesund er enn ósigrað í næstbestu norsku deildini, nú níggju umfør eru leikt. Aalesund hevur fingið sjey sigrar og tveir javnleikir teir fyrstu níggju dystirnar og liggur sum sagt fýra stig á odda. Sostatt eru føroyskir landsliðsleikarar bæði við oddaliðnum í bestu og næstbestu norsku deildini, tí Gilli R. Sørensen og Brann eru í løtuni oddalið í bestu norsku deildini.