AB ari til B36

B36 fær nýggjan mann í hópin til komandi ár

Patrik Johannesen hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við B36. Hann hevur í ár skotið tíggju mál fyri AB, sum flytur niður.

 

Les eisini: Niðurflyting kann kosta AB spælarar

 

B36 hevur longt sáttmálan við Trygva Askham, Bjarna Petersen og Jógvan Skeel Nolsøe, meðan Hanus Thorleifsson eins og Jákup á Borg gevast at spæla.

 

Nú er greitt, at Patrik Johannesen verður at síggja í B36 komandi árini, eins og In.fo hevur skrivað fyrr í ár.

 

B36 skal eisini kunngera nýggja venjara í dag. Søgurnar siga, ar Jákup á Borg verður í venjaratoyminum. Jákup á Borg spælir seinnapartin sín seinasta dyst fyri besta liðið hjá B36.