Leita á in.fo

Danjal av Rana 26.06.2017 (13:44)

Aftur gull til Føroyar

Torkil Veyhe staðfesti í dag sína støðu sum sterkasti súklarin í einkultstarti á oyggjaleikunum, tá hann fyri løtu síðani vann gull á 37 kilometra langa teininum í Gotlandi.

 

Torkil Veyhe fór avstað sum tann seinasti av súklarunum, men á mál gjørdist hann næstan tveir minuttir skjótari enn silvurvinnarin.

 

Føroyski súklarin lá á odda frá byrjan til enda og fór framvið fleiri av teimum, sum byrjaðu áðrenn seg. 

 

Torkil Veyhe vann eisini gull í einkultstarti á oyggjaleikunum í Jersey í 2015, so hann megnaði at verja gullmedaljuna. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her