Aftur javnleikur til Hall og AC Horsens

AC Horsens fekk javnleik ímóti silvurvinnarunum, Sønderjyske

Hallur Hansson fekk fulla spælitíð, tá lið hansara, AC Horsens á heimavølli tók ímóti silvurvinnarunum í fjør, Sønderjyske á heimavølli.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Bubacarr Sanneh var aftur á blettinum fyri AC Horsens í dag, og hann legði AC Horsens á odda tá 23 minuttir vóru farnir. Bubacarr Sanneh skoraði eisini ímóti AaB farna vikukskiftið.

 

Sønderjyske javnaði tá 37 minuttir vóru farnir. Tíverri átti málverjin hjá AC Horsens, Nicklas Dannevang sín lut í, at Sønderjyske fekk javnað, tá hann fumlaði bóltin í málið.

 

AC Horsens hevur tvey stig aftaná tvey umfør fyri tveir javnleikir. Komandi sunnudag spælir AC Horsens torføran útidyst ímóti Brøndby.