Leita á in.fo

Mynd: ka.is

Pætur Albinus 13.11.2017 (19:38)

Áki trívist væl á Akureyri

Tað gongur strúkandi hjá Áka Egilsnes og liðfeløgum hansara í íslendska felagnum KA av Akureyri, har teir eru oddalið í næstbestu deildini.


Eftir sjey umfør er KA framvegis ósigrað, og Áki Egilsnes er fallin væl til. Tað sigur hann við Sosialin í dag.


- Eg trívist væl. Eg eri komin væl upp á pláss her á Akureyri. Hetta er heilt sikkurt tað rætta staðið hjá mær, sigur hann.


Fyrrakvøldið bleiv tað til 38-22-sigur ímóti Hvíta Riddaranum, og var hetta bara enn ein sigur til røðina, ið teir hava stríðst hart fyri.


- Vit hava vant hart. Vit hava eina offensiva verju, sum hevur riggað sera væl, og so hevur okkara kontraspæl givið okkum nógv mál, sigur Áki um lykilin til góðu gongdina.


Áki Egilsnes er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag. Har svarar hann upp á hvussu hann er nøgdur við persónligu avrikini, hvat málið hjá felagnum er og hvat hann fær tíðina at ganga við uttanfyri hondbóltsvøllin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her