Leita á in.fo

Áki Egilsnes er glaður um heimasigurin ímóti KÍF í dag, men hann undirstrikar, at teir eru langt frá komnir í FM-finalurnar enn

Heri Simonsen 19.03.2017 (22:10)

Áki: Vit eru ikki í FM-finaluni enn

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við fimmmálsskjúttan hjá VÍF, Áka Egilsnes aftaná Áki og liðfelagarnir høvdu vunnið 27-24 (10-8) á KÍF á heimavølli í Vestmanna í oddadystinum í FTZ deildini.

 

Áki Egilsnes fegnast um sigurin, og hann fegnast eisini um, at hini úrslitini lagaðu seg, har Kyndil spældi javnleik á Skála ímóti StÍF, og Neistin vann á H71 í Hoyvík. Áki slær tó fast, at tað snýr seg fyrst og fremst um hjá VÍF at greiða sín egna setning, og hann undirstrikar, at tað er langt á mál enn áðrenn VÍF hevur vunnið seg í FM-finaluna.

 

M.a. bíðar enn ein dystur ímóti KÍF um tvær vikur, og tá verður tað spælt í Kollafirði.