Aksel var tvífaldur málskjútti

1. DEILD: Í meiri enn ein tíma megnaði FC Suðuroy at halda tørn um javnleik ímóti Skála, sum vann 3-1

Leygarkvøldið var tað stórt vónbrot hjá skálamonnum, tá ið teir taptu 2-1 í grannauppgerðini í Runavík og løgdu rygg til ársins fyrsta tap og stigamiss.

 

Í kvøld hevði Skála vitjan av FC Suðuroy, og gestirnir eru í klára og kalda várveðrinum á veg til hús við 3-1 tapi. Skála er topplið við 24 stigum fyri 9 dystir, og FC Suðuroy hevur 7 stig fyri 10 dystir.

 

Skála var mest á bóltinum, men gestirnir vóru væl skipaðir í verjupartinum.

 

Øll málini vórðu skorað seinna partin av seinna hálvleiki. Aksel B. Danielsen setti hol á fyri Skála miðskeiðis í seinna hálvleiki, og minuttin eftir javnaði FC Suðuroy. Málskjútti var Christian Gullermo Njøten, og uppleggið átti Veljko Vukovic.

 

Tað gekk skjótt fyri seg, tí seks minuttir seinni svaraði Skála aftur. Dávid Johansen skoraði, og Aksel B. Danielen átti uppleggið. Og Aksel B. Danielsen varð í síðstu løtu av álvara dagsins maður, tá ið hann staðfesti 3-1 heimasigurin. Hann var púra leysur, tá ið gestirnir spentu álopsbogan í roynd at vinna eitt stig.