Aldrin selja Kane

Hóast Hugin Albinus er Arsenal fjeppari, so er taktikkurin hjá honum í Fantasy kappingini aldrin at selja Tottenham áleyparan, Harry Kane

Hugin Bentsson Albinus var besti Fantasy spælari í kappingini sum Miðlahúsið hevur skipa fyri til hetta Premier League kappingarárið.

 

Les eisini: Hugin vann Fantasy kappingina

 

Hugin Bentsson Albinus sigur, at taktikkurin hjá honum hevur verið at satsa uppá leikskránna hjá ymiskum feløgum, heldur enn at satsa uppá ávísar leikarar.

 

-       Tað kendist sjálvandi sera gott sunnudagin, tá eg sá at eg vann, og tað var ikki frítt at man var eyka spentur sunnudagin, tá á stóð. Taktikkurin hjá mær hevur verið at hugt nógv eftir hagtølum hjá teimum ymisku leikarunum. Eg satsi uppá leikarar sum skapa kjansir, hava flest skot, koma í flest farligar støður o.s.v. Eisini hyggi eg eftir komandi umførunum. Um ein leikari hevur fimm ”lættar” dystir á rað, so satsi eg uppá teir. Ofta er betur heldur at satsa uppá leikskránna hjá ymiskum feløgum, heldur enn uppá leikarar.

 

Men hóast Hugin Bentsson Albinus hevur roynt at satsa uppá leikskránna hjá ymiskum feløgum, er tað tó ávísur leikari, sum hevur átt pláss á liðnum hjá honum í alt ár. Tað er Tottenham áleyparin, Harry Kane.

 

-       Mest umráðandi taktikkurin hjá mær er tó altíð – óansæð hvat, so aldrin sel Harry Kane, sjálvt um tað pínur meg at siga sum Arsenal fjeppari. Í ár var tað sama eisini galdandi fyri Mohamed Salah, sum man kanska ikki orduliga sá koma áðrenn kappingina. Men teir báðar hevði eg so á liðnum alt kappingarárið.

 

Tað var serliga í trimum umførum at Hugin Albinus fekk nógv stig hetta kappingarárið. Hugin Albinus hevði millum annað Harry Kane sum liðskipara á sínum Fantasy liðið tvey umfør á rað, tá Harry Kane skoraði hattrick, og Hugin Albinus hevði eisini Mohamed Salah sum liðskipara, tá Mohamed Salah skoraði fýra mál og legði upp móti Watford.

 

Fyri at vinna kappingina hjá Miðlahúsinum, fær Hugin Bentsson Albinus eitt gávukort frá Bowling høllini á Hálsi.