Alex endaði á sjúkrahúsinum

Alex Mellemgaard hevur fingið fimm pentur og spælir ikki mikudagin


Mynd: (Álvur Haraldsen) Alex Mellemgaard fegnast um at hava skorað móti HB

Mynd: (Álvur Haraldsen) Alex Mellemgaard fegnast um at hava skorað móti HB

Alex Mellemgaard var ein av málskjúttunum, tá B36 sunnudagin vann 2-1 á HB í fjórða umfari í Betri deildini hjá monnum. Hann fór eftir dystin á skaðastovuna, har hann fekk fimm pentur í fótin.

- Eg føldi einki meðan eg spældi, men sárið er so djúpt at læknin føldi bein. Vónandi fái eg spælt um eina viku, men eg spæli ikki mikudagin, sigur Alex Mellemgaard.

 ##med2##

Hann skoraði fyrsta málið í grannauppgerðini móti HB, sum var í gjár. B36 vann 2-1 og hevur fult stigatal eftir fýra dystir. Mikudagin verður 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið. B36 fær á heimavølli vitjan av 07 Vestur, men tað verður uttan Alex Mellemgaard.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Alex Mellemgaard fegnast um at hava skorað móti HB

Mynd: (Alex Mellemgaard) Soleiðis sá fóturin hjá Alex Mellemgaard út, tá hann fór á skaðastovuna