Alex fekk jaligar afturmeldingar

Afturmeldingarnar vóru góðar, tá Alex Troleis í gjár fyri fyrstu ferð dømdi ein a-landsdyst

Tá Kekkia og San Marino í gjárkvøldið spældu HM-undankappingardyst í Kekkia, var dysturin dømdur við einari dómarakvartett frá føroysku Effo-deildini. Alex Troleis leiddi dystin sum dómari, Dan Højgaard og Andrew Christiansen vóru hjálpardómarar, meðan Petur Reinert var fjórði dómari í dystinum.

 

Dysturin, ið endaði við greiðum 5-0 sigri til Kekkia móti San Marino, var fyrsti a-landsdysturin sum Alex Troleis hevur dømt. Alex Troleis sigur, at afturmeldingarnar sum hann fekk frá dómaraeygleiðaranum aftaná dystin, vóru jaligar.

 

-       Eg haldi at tað gekk væl at døma dystin. Talan var ikki um ein so hart spældan dyst, tí har kom bara eitt kort í dystinum. Eftir dystin fekk eg jaligar afturmeldingar frá eygleiðaranum sum fylgdi mær til dystin. Tí havi eg eina góða kenslu, og dysturin hevur avgjørt givið mær gott mót til framtíðina, sigur Alex Troleis.

 

 

Tó at dysturin ikki var so hart spældur, var tað serliga eitt, ið var bjóðandi fyri føroyska dómaran í dystinum millum Kekkia og San Marino í gjár.

 

-       Eitt sum var ein avbjóðing í dystinum í gjár, var at annað liðið lá ógvuliga langt afturi á vøllinum mestsum allan dystin. Tí hendi tað ofta í dystinum, at 10-15 leikarar vóru staddir rundanum tann eina sekstan-meturin í senn. Tað var avbjóðandi, tí tað kann vera trupult at síggja alt í gongur fyri seg á so smáum økjum, men eg haldi at vit loystu tað væl, sigur Alex Troleis.