Alexis Sanchez til United

Arsenal-stjørnan hevur skrivað undir, og United-leikari skiftir samstundis til Arsenal.

Søgurnar um at Alexis Sanchez skuldi skifta úr Arsenal til Manchester United hava so við og við tikið dik á seg, og í kvøld eru so tíðindini vorðin váttað av feløgunum báðum. Sanchez skiftir til Manchester United.


Sum væntað, so skiftir Henrikh Mkhitaryan hinvegin – altso úr Manchester United til Arsenal. Armenski vongleikarin, sum í 2016 kom til úr Dortmund, hevur fingið ein trý og eitt hálvt ára langan sáttmála við Arsenal.


Alexis Sanchez og Henrikh Mkhitaryan eru báðir 29 ára gamlir. Sanchez hevur skotið 60 mál í 122 Premier League-dystum fyri Arsenal, meðan Henrikh Mkhitaryan hevur skotið fimm mál í 39 Premier League-dystum fyri Manchester United.

 

Manchester United hevur framvegis ikki upplýst hvussu langur sáttmálin Alexis Sanchez er, men tað er greitt, at hann fer at spæla í troyggju við legendariska 7-talinum á bakinum.