Allardyce gevst sum venjari

Serfrøðingurin til at bjarga liðum í niðurflytingarvanda steðgar nú sum venjari

Sam Allardyce hevur seinastu árini verið ein meistari í ensku Premier League til at taka yvir hjá liðum, ið hava ligið í niðurflytingarvanda, fyri síðani at bjarga teimum í deildini.

 

Í ár megnaði hann tað aftur, tá hann heldur óvæntað megnaði at bjarga Crystal Palace frá niðurflyting, sum annars var í tungum sjógvi tá hann tók yvir í december mánað í fjør.

 

Men nú steðgar Sam Allardyce í felagnum. Samstundis boðar hann eisini frá, at hann gevst sum venjari, tí at hann nú ætlar at brúka tíðina uppá onnur viðurskifti enn fótbólt.

 

Sam Allardyce var eisini eitt stutt tíðarskeið í fjør enskur landsliðsvenjari, men helt bara út í útvið tveir mánaðir, tí at ein gøla feldi hann sum landsliðsvenjara.

 

Afturat tí er hann best kendur sum venjari fyri Bolton, Newcastle, Blackburn, West Ham, Sunderland og Crystal Palace.