Alt bendir á enn eitt drama á Hálsi

Upptakt: Áskoðarar verða forkelaðir við spenningi í kvøld - In.fo metir um dystirnar


Hjalti Mohr Jacobsen skal halda fram við stórspælinum í kvøld

Hjalti Mohr Jacobsen skal halda fram við stórspælinum í kvøld

Neistin - Kyndil klokkan 20.30 í Høllini á Hálsi

 

Neistin og Kyndil hava staðið fyri tveimum teimum mest spennandi dystunum hetta kappingarárið.

Steypafinalan ímillum liðini varð avgjørd í seinasta sekundi, og sunnudagin varð onnur hálvfinalan í landkappingini avgjørd í seinasta sekundinum av longdu leiktíðini.

Í báðum førum var tað Neistin, ið fór við sigrinum, og kyndilsfólk munnu halda at tað er upp á tíðina at tey sleppa at fegnast um at hava vunnið ein tættan dyst.

 

Men tey sloppu eisini at fegnast fyri einari viku síðani, tá ið Kyndil vann 24-21 á Neistanum.

Tá eydnaðist tað Kyndli at halda leiðsluni so at siga allan seinna hálvleik, og hetta er ikki lætt í dystum ímillum havnarliðini bæði. Í aðru hálvfinaluni sunnudagin skifti leiðslan heilar 10 ferðir, eins og tað var javnleikur í heilum.

 

Hetta fer væntandi eisini at henda í kvøld á Hálsi. Allir dystirnir hava verið málfátækir og verjukendir. Eydnast tað øðrum liðnum at lata upp nakrar ferðir í álopspartinum, tillagar hitt liðið seg og setur propp fyri aftur.

 

Serliga Kyndil hevur alt árið spælt við einari skiftandi verju, ið bæði kann liggja halt frammi á áloyparunum, ella heilt inni móti málinum. Harafturat hevur tað eydnast kyndilsverjuni at verja seg væl ímóti stórskjúttanum Rasmusi Søby. Hjalti Mohr Jacobsen hevur havt ábyrgdina av at liggja tætt upp at neistabakkinum, og hetta hevur verið ein av lyklunum til góðu verjuavrikini ímóti Neistanum.

 

Neistin hevur hug at liggja eitt sindur flatari í síni verju, men bert sum útgangsstøði. Liðið dugir væl at trýsta upp tá ið tað er neyðugt, og hevur eisini eina ørgrynnu av verjuleikarum at velja ímillum. Rasmus Søby, Pætur Mikkjalsson, Rune Olsen og Teis Horn Rasmussen hava eina øgiliga kroppsliga styrki, men har eru enn fleiri umframt teir, ið fara at fáa ein stóran leiklut í verjuni.

 

Í álopinum hava liðini bæði eina góða blanding av royndari og yngri leikarum.

Kyndil tykist at dáma best at spæla við Tummas Paula Hanusarsyni, Hjalta Mohr Jacobsen og Bartal Klein Olsen, har ein teirra verður skiftur út við David Edvardsen viðhvørt.

 

Hjá Neistanum er eisini vist at Tróndur Kragesteen og Rasmus Søby spæla sum mest, meðan ein rúgva av yngri leikarum skiftast um seinasta plássi. Dánjal Ragnarsson, Tróndur Mikklelsen og Jónsvein Dulavík hava allir tikið stóra ábyrgd har fyrr í ár, men í seinasta dystinum, var tað afturvendi Torkil Hentze, ið eydnaðist best. Ungi neistamaðurin hevur sitið úti við skaða meginpartin av kappingarárinum, men vendi aftur beint áðrenn hálvfinalurnar, og vísti seg at gerast avgerandi sunnudagin. Ikki minst tá ið hann legði avgerandi fríspælingina inn til Runa Olsen í seinastu sekundunum.

 

Eisini verður avgerandi at royndastu leikararnir spæla upp til sítt besta. Neistamenn ynskja sær helt nakað meira frá Rasmusi Søby í álopinum, men kunnu samstundis fegnast um at Tróndur Kragesteen hevur spælt tveir framúr dystir í álopinum.

Hjá Kyndli hevur Hjalti Mohr Jacobsen gingið undan, og spælir nakrar av sínum bestu dystum í hesum døgum.

 

Men tað snýr seg sum altíð um, at hvør einasti leikari skal raka rætta støði. Undir øllum umstøðum teknar alt til at tað verður eins spennandi og altíð í kvøld.