Alt kann henda í Hoyvík

Upptakt: Áskoðarar verða forkelaðir við spenningi í kvøld - In.fo metir um dystirnar


Rúni Vest Højgaard hjá H71 og Rúni Joensen hjá VÍF skulu finna sítt besta støði fram í kvøld

Rúni Vest Højgaard hjá H71 og Rúni Joensen hjá VÍF skulu finna sítt besta støði fram í kvøld

H71 - VÍF í Hoyvíkshøllini klokkan 18.30 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

Í kvøld verður avgjørt hvørji tvey lið skulu spæla FM-finalurnar í Okkaradeildini 2019.

Alt stendur á jøvnum undan triðju hálvfinalunum í kvøld, og tað er sera torført at meta um hvør fer at draga avgerandi fyrimunirnar.

 

Í Hoyvík tekur H71 ímóti VÍF, og fyrru báðir dystirnir hava havt fullkomliga hvør sína søgu. Tað vit vita fer at henda, er at bæði liðini fara at trýsta leikferðina heilt upp í loft. Skjótálopsspælið er stóra álopsstyrkin hjá báðum liðum, og hetta kappingarárið hevur víst, at tað gerast aloftast sera málríkir dystir.

 

H71 hevur havt takið á VÍF alt kappingarárið, men í fyrstu hálvfinaluni fyri júst einari viku síðani eydnaðist tað endiliga VÍF at koppa hoyvíkingum. Og tað hendi við størstu sannføring. 33-22 endaði fyrsti dysturin, og VÍF mundi taka favoritt-leiklutin áðrenn aðru hálvfinaluna seinasta sunnudag.

 

Men H71 reisti seg. Í roynd og veru gjørdist talan um ein greiðan sigur til hoyvíkingar, eftir at teir høvdu runnið undan fyrstu 22 minuttirnar av seinna hálvleiki.

Men seinastu átta minuttirnar vísti VÍF øgiliga styrki. Verjan setti fullkomliga propp fyri, men tað var akkurát ov seint.

 

Vestmenningar høvdu møguleikan at minka niður í eitt mál á muni, men teir høvdu so nógvan skund at teir vóru noyddir at spæla við stórum váða. Tí fekk H71 hálað sigurin heim, men seinasta løtan av dystinum vísti sanniliga, at VÍF megnaði at finna verjuspælið fram frá fyrra dystinum.

 

Tað fara vestmenningar at vóna, at teir finna fram aftur í kvøld. Hóast vit vænta nógv mál, so verða tað verjurnar, og serliga eisini málverjarnir, ið fara at vera avgerandi munurin. Tí bæði liðini spæla sítt besta spæl, við at revsa mistøk og brend skot frá mótstøðuliðinum.

 

Nakrir av áleyparunum hjá H71 eru eisini ivasamir. Hilmar Leon Jakobsen er ikki komin heilt fyri seg eftir skaða, og hóast hann spældi væl sunnudagin, so ber ikki til at leggja ov nógv ábyrgd á hann.

Ein annar bakkur hjá H71, Peter Krogh, er heldur ikki á sínum besta støði. Hann stríðist við ein skaða, men spældi rímiliga leingi sunnudagin, og hoyvíkingar fara at vóna, at stórskjúttin fær spælt uttan pínu í kvøld.

 

Tí verður nógv ábyrgd løgd á ungar herðar hjá H71. Brandur Halgirsson og Vilhelm Poulsen hava borið nógva ábyrgd í tveimum teimum fyrstu dystunum, og koma væntandi at spæla nógv í kvøld.

 

VÍF-leikararnir tykjast at vera eitt sindur betri fyri. Mladen Mjerimacka tykist at vera komin heilt fyri seg eftir skaða, og hann kann altíð seta sín dám á dystin.

Væntandi byrja vestmenningar við Filipi Jojic, Juliani Olsen og Bjarta Hansen á bakkunum, har teir fara at skifta so líðandi við Sjúrð Olsen, Magnus Müller og Hall Arason.
Serliga Julian Olsen skal finna aftur til álopsspælið frá fyrsta dystinum, har hann var fullkomliga ómøguligur hjá hoyvíkingum at hava við at gera.

 

Tað verður aftur stuttligt at síggja teir báðar, Julian og Sjúrð Olsen skiftast at skipa spælið. Teir hava nógvar av teimum somu dygdunum, og hevur annar av teimum trupulleikar eina løtu, so tekur hin yvir.

 

Yvirhøvur snýr tað seg um nakað so einfalt sum at so nógvir leikarar sum gjørligt raka sítt besta støði í kvøld. Alt kann henda í kvøld. Tað kann bæði gerast javnt, men tað kann eisini enda við stórsigri til annað liðið.

Undir øllum umstøðum verður áhugaverdur hondbóltur at síggja í Hoyvíkshøllini klokkan 18.30 í kvøld