Leita á in.fo

Lægsta oddsið hjá altjóða veddingarfyritøkum uppá, at føroysku kvinnurnar vinna á Kekkia er 9,00

Heri Simonsen 13.09.2017 (16:45)

Altjóða veddingarfyritøkur: Kekkia er favorittur

Í annaðkvøld klokkan 19 skal føroyska kvinnulandsliðið spæla fyrsta HM-undankappingardystin í hesari undankappingini. Dysturin verður ímóti Kekkia, sum eru styrkismettar nummar 37 á FIFA-styrkislistanum. Føroyska kvinnulandsliðið er nummar 69 á FIFA-styrkislistanum.

 

Sjey altjóða veddingarfyritøkur bjóða odds uppá dystin millum Føroyar og Kekkia, og tær sjey veddingarfyritøkurnar eru allar rættiliga vísar í, at Kekkia vinnur á Føroyum.

 

Hægsta oddsið uppá kekkiskan sigur er 1,22, og lægsta oddsið uppá, at Føroyar vinna er 9,00.

 

Veddingarfyritøkurnar trúðu heldur ikki uppá føroysku kvinnurnar, tá tær vunnu ein megnar 2-1 sigur á Turkalandi í undan-undankappingini á Tórsvølli í apríl. Tá var gjøgnumsnitsdoddsið uppá turkiskan sigur bara 1,23. Gjøgnumsnitsoddsið uppá føroyskan sigur var tá 9,83. 

 

Tað er ókeypis atgongd til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Kekkia, og sum ímóti Turkalandi er tað sera týðandi, at tær føroysku kvinnurnar verða væl stuðlaðar. Rás2 sigur frá dystinum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. 

 

Oddsini eru hesi:

 

Veddingarfyritøkur1X2
10Bet 9.005.951.20
bet365 9.006.001.20
Betclic 10.005.751.20
Betway 10.005.501.22
bwin 10.006.251.22
Expekt 10.005.751.20
Tipico 9.006.001.20
  
Gjøgnumsnitsodds9.575.891.21

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her