Alves skiftir til Premier League

Brasilski høgri bakkurin verður komandi kappingarár at síggja í enskum fótbólti fyri fyrstu ferð

Fyri einum ári síðani skifti brasilski høgri bakkurin, Dani Alves, til Juventus, eftir at sáttmálin hjá honum við spanska stórfelagið, FC Barcelona, tá gekk út.

 

Í FC Barcelona væntaði man, at besta tíðin hjá Dani Alves var yvirstaðin, og tí vildi man royna ein yngri høgra bakk til tað kappingarárið.

 

Men í Juventus hevur Dani Alves av álvara mótprógvað. Dani Alves spældi eitt serstakliga sannførandi kappingarár við Juventus, har hann millum annað var við til at vinna italsku deildina, italsku steypakappingina, umframt at Juventus var partur av Champions League finaluni fyri gott og væl trimum vikum síðani.

 

Og nú røkist fyri, at Dani Alves fer víðari á yrkisleiðini. Sambært bretskum miðlum ynskja bæði Dani Alves sjálvur, og fyrrverandi venjarin hjá honum í FC Barcelona, Pep Guardiola, sum nú venur Manchester City, at endurfinna samstarvið í enska Manchester City.

 

Sum skilst er ein tvey ára avtala komin í lag millum Dani Alves og Manchester City. Sostatt verður talan um fyrstu ferðina at Dani Alves fer at royna seg í enskum fótbólti. Áður hevur hann spælt við Bahia í Brasil, Sevilla í Spania, FC Barcelona í Spania og seinast Juventus í Italia.