Leita á in.fo

Alvi Hjelm (fremst) vann silvur í 200 metrar rygg

Heri Simonsen 28.06.2017 (17:25)

Alvi vann silvur í 200 metrar rygg

So er aftur eitt føroysk oyggjaleikaheiðursmerki í svimjing komið til høldar. 

 

Fyri løtu síðani vann Alvi Hjelm silvur í 200 metrar rygg. Alvi Hjelm kom á mál við tíðini 2:06.16.

 

Thomas Hollingworth úr Guernsey vann greitt við tíðini 2:02.65.

 

Róland Toftum gjørdist annars nummar fimm í 50 metrar firvald. Róland Toftum kom á mál við tíðini 25.91. Vinnarin, Priit Aavik úr Saaremaa vann við tíðini 25.03.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her