Andrias Edmundsson til OB at venja

Jóan Símun Edmundsson fær nú vitjan í OB av yngra beiggjanum, Andriasi Edmundsson

Bold.dk skrivar í dag, at OB komandi vikuna fer at hava Andrias Edmundsson á vitjan. Toftamaðurin, sum byrjaði inni alla dystirnar í EM-endaspælinum fyri U17 landslið í Kroatia, skal venja við bæði U19 liðnum og besta liðnum.

 

Les eisini: Sprotnir úr fótbóltsafamiljum

 

Andrias Edmundsson er sonur Edmund Jacobsen. Eldru beiggjarnir eru Hákun Edmundsson og Jóan Símun Edmundsson. Edmund Jacobsen spældi flestu av gyltu árinum við B68. Millum annað í 1984 og 1985, tá felagið vinnur FM. Hákun Edmundsson er spælir í dag við Skála, meðan Jóan Símun Edmundsson er toppskjútti fyri OB í løtuni.

 

Andrias Edmundsson er ein eitt sindur øðrvísi spælari enn Jóan Símun Edmundsson, sum er áleypari. Andrias Edmundsson spælir til daglig á miðjuni hjá B68, men á U17 landsliðnum stóð hann sterkur í myndini sum miðverji.