Andrias til Onglands at venja

U17 landsliðsspælarin skal í næstum venja við stórum felagi í Onglandi

Andrias Edmundsson skal komandi tíggju dagarnar venja við enska felagnum, Sunderland, sum í ár flutti niður í Premier League til The Championsship. Toftamaðurin, sum byrjaði inni allar dystirnar til EM-endaspælið í Kroatia, spælir til dagligt við B68.

 

Les eisini: Sprotnir úr fótbóltsafamiljum

 

Hann hevur fyrr í ár verið og vant við OB, har elsti beiggin, Jóan Símun Edmundsson spælir við. Andrias Edmundsson er sonur Edmund Jacobsen. Eldru beiggjarnir eru Hákun Edmundsson og Jóan Símun Edmundsson. Edmund Jacobsen spældi flestu av gyltu árinum við B68. Millum annað í 1984 og 1985, tá felagið vinnur FM. Hákun Edmundsson er spælir í dag við Vendsyssel, eftir at hava verið útleigaður til Skála, meðan Jóan Símun Edmundsson er lyklaspælari í OB.

 

Les eisini: Andrias til OB at venja

 

Andrias Edmundsson er ein eitt sindur øðrvísi spælari enn Jóan Símun Edmundsson, sum er áleypari. Andrias Edmundsson spælir til daglig á miðjuni hjá B68, men á U17 landsliðnum stóð hann sterkur í myndini sum miðverji.