Leita á in.fo

Andy Murray hevði ilt við at halda tárunum aftur á tíðindafundinum í Melbourne.

Pætur Albinus 11.01.2019 (07:00)

Andy Murray gevst

Ein av heimsins bestu tennisspælarum, Andy Murray, gevst at spæla tennis - møguliga longu um nakrar fáar dagar. Hesum boðar hann týðiliga rørdur frá á tíðindafundi undan Australian Open, har hann luttekur frá í ovurmorgin.


Tað er ein afturvendandi mjadnaskaði, ið er atvoldin til, at 31 ára gamli skotin verður noyddur at leggja ketsjaran á hillina. Hann sigur, at hann hevur spælt við nógvari pínu síðstu 20 mánaðirnar, og at nú er nóg mikið.


- Eg havi ov nógva pínu. Eg havi ikki hug at halda fram soleiðis, segði Andy Murray og vísti á, at hann fær ilt bara at lata seg í hosur og skógvar.


Hann segði á tíðindafundinum, at tað hevur verið týdningarmikið fyri hann at seta tíðspunkt á, nær hann ætlar sær at gevast, og hetta tíðspunktið ætlar hann skal vera eftir Wimbledon fyrst í juli.


Hann legði tó afturat, at nógva pínan kann hava við sær, at hann má gevast longu nú eftir Australian Open, har hann sunnukvøldið á midnátt føroyska tíð spælir 1. umfar ímóti spanska Roberto Bautista Agut.


- Wimbledon er staðið, har eg helst vil gevast, men eg eri ikki vísur í, at eg eri førur fyri at spæla við hesi pínuni í fýra-fimm mánaðir afturat, segði Andy Murray.


Andy Murray hevur áður verið nummar eitt í heiminum, og hann hevur tríggjar ferðir vunnið eina Grand Slam – Wimbledon (2013, 2016) og US Open (2012). Hann hevur eisini vunnið tvey OL-gull (2012, 2016).


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her