Anfield skal vinna dystin fyri Liverpool

Champions League: Jurgen Klopp ynskir tó, at bussurin hjá AS Roma ikki verður álopin

Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í Champions League millum Liverpool og AS Roma. Bæði liðini vunnu á sterkari mótstøðu í fjórðingsfinaluni. Liverpool vann á Manchester City, meðan AS Roma vann á FC Barcelona.

 

Viðhaldsfólkini hjá Liverpool skaptu ein góðan stemning til heimadystin móti Manchester City, men mest umtalaða støðan var undan dystinum, tá bussurin hjá gestunum steðgaði upp, tí viðhaldfólk hjá Liverpool tveittur fløskur og annað. Undan dystinum í dag hevur Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, víst á, at hann ynskir at stemningurin er tann sami, men at viðhaldsfólkini vísa gestunum virðing.

 

Hetta er sættu ferð, at Liverpool og AS Roma møtast Evropa. Seinast var í 2002. Av teimum fimm uppgerðunum higartil hevur Liverpool vunnið tvær, tvær eru endaðar javnar, meðan AS Roma hevur vunnið eina ferð. Liverpool var seinast í hálvfinaluni í 2007, meðan AS Roma seinast var í hálvfinaluni í 1983/84. Tá tapti AS Roma sjálva finaluna fyri júst Liverpool.

 

Tølini siga, at Liverpool skorar í dag, tí AS Roma hevur latið mál inn í seinastu 26 útidystunum í Champions League, meðan Liverpool hevur skotið flest mál í kappingini í ár.

 

Fyri Liverpool er Nathaniel Clyne helst klárur aftur, men væntandi verður tað Trent Alexander-Arnold, sum byrjar á høgra bakki. AS Roma verður uttan Rick Karsdorp og Gregoire Defrel, meðan Diego Perotti helst er tøkur aftur eftir skaða.

 

Champions League fyrra hálvfinala:

Liverpool – AS Roma (19.45)

 

Í morgin:

Bayern Munchen – Real Madrid (19.45)