Leita á in.fo

Mynd: (Polfoto) Diego Simeone, venjari hjá Atletico Madrid, má sita á áskoðaraplássunum í kvøld

Tróndur Arge 16.05.2018 (12:45)

Annar venjarin verður á áskoðarplássunum

Í kvøld klokkan 19 verður Europa League finalan, sum er millum spanska Atletico Madrid og franska Marseille. Atletico Madrid er favorittur at vinna finaluna, men tað verður uttan venjaran, Diego Simeone, á bonkinum.

 

Venjarin hjá Aletico Madrid hevur fingið bann í fýra dystir, eftir at hann bleiv burturvístur í fyrru hálvfinaluni móti Arsenal. Bann er eisini staðfest, eftir at Atletico Madrid kærdi dómin. Diego Simeone hevur verið venjari hjá Atletico Madrid síðani 2011. Í tí tíðini hevur hann vunnið Europa League í 2012, og verið í Champions League finaluni í 2014 og 2016.

 

Marseille hevur ikki verið í eini evropesiskari finaluni síðani 2004, tá felagið tapti fyri Valencia í UEFA Cup. Stoltasta løtan var í 1993, tá felagið vann Champions League við 1-0 sigri í finaluni móti AC Milan.

 

Veddingarfyritøkurnar hava eisini Atletico Madrid sum favoritt í kvøld. Ein sigur til spanska høvðusstaðar felagið gevur pengarnar tvær ferðir aftur, meðan Marseille gevur pengarnar 4,5 ferðir aftur í miðal.

 

Fyri Atletico Madrid er Filipe Luis ivasamur. Brasilski bakkurin er við í hópinum, men helst byrjar Lucas Hernandez. Fyri Marseille sat stjørnuspælarin, Dimitri Payet, uttanfyri um vikuskiftið, men verður helst við frá byrjan í kvøld.

 

Finalan verður spæld í Fraklandi á heimavøllinum hjá Lyon. Hetta er fyrstu ferð síðani 2009, at hesi bæði feløgini møtast. Ikki síðani 1996 hevur eitt felag úr Fraklandi vunnið ein evropesiska finalu. Tá vann PSG Cup Winner’s Cup kappingina, sum var fyri steypavinnarar.

 

Europa League finalan:

Marseille – Atletico Madrid (19.45)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her