Arsenal til Wembley

Arsene Wenger og hansara menn eru víðari til finaluna í Liga Cup

Arsenal vann í dag 2-1 á Chelsea í seinnu hálvfinaluni í Liga Cup kappingini í Onglandi. Fyrri dysturin endaði við málleysum javnleiki. Tí vinnur Arsenal samanlagt 2-1 og skal møta Manchester City í finaluni.

 

Tað var annars Chelsea, sum kom á odda longu aftaná sjey minuttir, tá Eden Hazard rann frá verjuni og skoraði. Stutt seinni setti Nacho Monreal høvdið á eitt hornaspark. Bólturin rakti ein verjuspælara hjá Chelsea og snýtti málverjan.

 

Í seinna hálvleiki gekk javnt á, tó at liðini tóktust gera nakað nógvar villur. Tað endaði við, at Granit Xhaka fekk eina tá á eitt avrættað innlegg. Bólturin fór í málið og Chelsea hevði einki aftursvar. Arsenal skal í finaluni møta Manchester City.