Leita á in.fo

Pætur Albinus 13.09.2017 (13:24)

Ásla: Eg eri ræðuliga spent

Hóskvøldið klokkan 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í undankappingini til HM 2019. FSF Varpið hevur fingið orðið á Áslu Johannesen, og hon lovar, at tær eru til reiðar at møta Kekkia

 

Les eisini: Tað er ófatiliga rotið

 

- Eg havi tað fantastiskt, og eg eri ræðuliga spent. Soleiðis sigur Ásla Johannesen undan stóru avbjóðingini á Tórsvølli í annaðkvøld, tá Kekkia kemur á vitjan.

 

Les eisini: Milja er til reiðar

 

Føroyska kvinnulandsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til fyrsta dystin í undankappingini til HM 2019. Liðið hevur havt fýra venjingar, og nú verður bara bíðað eftir sjálvum dystinum.

 

- Vit kunnu rokna við, at kekkiska liðið fer at leggja høgt press, og tí kann væntast, at hetta verður strævið fysiskt. Men vit eru til reiðar, sigur Ásla Johannesen við FSF Varpið.

 

Ókeypis atgongd er til HM-undankappingardystin ímillum Føroyar og Kekkia. Rás2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her