Atletico Madrid er Super Cup vinnari

Real Madrid spældi í kvøld fyrsta dystin uttan Cristiano Ronaldo, og tapti

Tað er sjáldan ódramatiskt, tá Real Madrid og Atletico Madrid møtast. Tað var tað heldur ikki, tá Atletico Madrid í kvøld vann 4-2, eftir longda leiktíð á Real Madrid í Super Cup finaluni, sum er dysturin millum Champions League og Europa League vinnararnar.

 

Hetta er fyrsti skrásetti dysturin hjá Real Madrid, síðani Cristiano Ronaldo skifti til Juventus. Tað skal verða ósagt, um tað var orsøkin til tapið, men tað gekk bara eitt minutt til Diego Costa sendi lítla beiggja á sigurskós.

 

Karim Benzema og Sergio Ramos (brotsspark) løgdu síðani Real Madrid á odda, áðrenn sami Diego Costa javnaði fyri Atletico Madrid. Í longdu leiktíðini vóru teir reyðu og hvítu út Atletico omaná. Saul Niguez flúkaði hegnisliga bóltin í málið til 3-2, áðrenn Koke staðfesti Super Cup sigurin, tá hann eftir 104 minuttir skoraði til 4-2.

 

Dysturin bleiv spældur í Estlandi.

 

Real Madrid – Atletico Madrid 2-2 (1-1) 2-4 eftir longda leiktíð

0-1 Diego Costa, 1

1-1 Karim Benzema, 27

2-1 Sergio Ramos, 63 br

2-2 Diego Costa, 79

2-3 Saul Niguez, 99

2-4 Koke, 104