Atletico Madrid hevur í kvøld vunnið Europa League. Tað gjørdu teir við at vinna 3-0 á Marseille í franska býnum, Lyon. Stóri spælarin á vøllinum var Antoine Griezmann, sum skoraði tvey av málinum.
Les eisini: Suni Juul Pedersen um Atletico Madrid
Longu í fyrra hálvleiki var greitt, at talan bleiv um mótbrekku hjá franska Marseille. Fyrst mistu teir bóltin á egnari hálvu og blivu revsaðir. Antoine Griezmann bleiv spældur leysur og skoraði til 1-0. Løtu seinni mátti stóran stjørna á liðnum, Dimitri Payet, takka fyri seg vegna skaða.
Bara fýra minuttir inn í seinna hálvleik økti sami Antoine Griezmann til 2-0. Hann bleiv aftur spældur leysur, men hesa ferð lyfti hann bóltin upp um málverjan. Stutt fyri tíð staðfesti Gabi sigurin, tá Marseille tveitti alt fram.
*OptaJoe skrivar: Antoine Griezmann hevur verið íblandaður í 45 prosentum av málunum hjá Atletico Madrid hetta kappingarárið. 29 mál og 13 upplegg.
Sigurin er uppiborðin og hóast Diego Simeone stóð á áskoðaraplássunum, so sást væl at liðið spældi eftir hansara taktikki. Marseille hótti fyrstu løtuna, men eftir málið og útskiftingina av Dimitri Payet, misti Marseille takið á dystinum.
Atletico Madrid er Europa League vinnari fyri triðju ferð. Í 2010, 2012 og nú í 2018.
Europa League finalan:
Marseille – Atletico Madrid 0-3 (0-1)
0-1 Antoine Griezmann, 21
0-2 Antoine Griezmann, 49
0-3 Gabi, 89