Eftir dystin í Aserbadjan, blivu Atli Gregersen og Viljormur Davidsen tiknir inn til dopingroynd. Tað gekk stak illa hjá Alta, at fáa pissað í koppin, sum er krav frá dopingeftirlitinum.
Les eisini: (FM1) Lars ger ikki nógvar broytingar
- Eg sat har í tveir og ein hálvan tíma. Eg drakk fleiri litrar av vatni og ein litur av kaka, áðrenn eg fekk pissað. Vit vóru ikki aftur á gistingarhúsinum fyrr enn eftir midnátt, sigur Atli Gregersen.
Hetta er aðru ferð inn nakrar fáar mánaðir, at liðskiparin á landsliðnum hevur verið tikin til dopingroynd.
- Eg má síggja út, sum eg eri nakað væl fyri, tá teir aftur skulu hava meg til dopingroynd, sigur liðskiparin í skemti.
Í hesi samrøðuni tekur hann eisini samanum avrikið í Aserbadjan. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá Nations League landsliðnum móti Malta, sum verður týskvøldið.