Leita á in.fo

Atli Gregersen minnir á, at NSÍ hevur bara vunnið á Víkingi í tveimum av teimum seinastu 16 innanhýsis dystunum

Heri Simonsen 18.06.2017 (19:50)

Atli: Vit loyvdu NSÍ at koma uppí FM-stríðið aftur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen aftaná Atli og liðfelagarnir høvdu tapt 1-2 ímóti NSÍ á heimavølli í Sarpugerði í Norðragøtu. Talan er um fyrsta ósigurin hjá Víkingi í effodeildini hetta kappingarárið.

 

Atli Gregersen staðfestir, at teir í Víkingi hava loyvt NSÍ inn aftur í FM-stríðið. Hevði Víkingur vunnið á NSÍ í dag, so høvdu teir verið frammanfyri NSÍ við átta stigum, men nú eru bara tvey stig á muni.

 

Atli Gregersen heldur ikki, at NSÍ-arnir skulu feira ein sigur ímóti Víkingi, sum var tað, at teir høvdu vunnið eitt FM-heitið. Hann minnir á, at NSÍ hevur bara vunnið á Víkingi í tveimum av teimum seinastu 16 innanhýsis dystunum.

 

Um avrikið hjá Víkingi sigur Atli, at fyrsti hálvi tímin var góður, og tá átti Víkingur at bygt uppá 1-0 leiðsluna, men tá tað ikki var gjørt bleiv tað dýrt í seinna enda.