Atli: Vit skulu renna, berjast og verja

FM1: Og so skulu vit royna at skapa nakað, sigur Atli Gregersen

Í annaðkvøld spælir føroyska landsliðið annan dystin í EM 2020 undankappingini. Dysturin er móti Rumenia í býnum Cluj. Undan hvønn landsdyst tosar FM1 við liðskiparin í táttinum, sum hevur fingið heitið “Captain’s log-book”. Liðskipari er Atli Gregersen, sum hugsar mest frameftir, eftir ósigurin á Malta.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Vit kunnu ikki gera nakað við dystin móti Malta nú, so vit hyggja fram til dystin móti Rumenia. Vit hava nakað, sum vit skulu vaska av okkum og tað vóni eg vit klára, sigur Atli Gregersen við FM1.

 

Les eisini: Kaj Leo fær møguleikan

 

Seinast føroyska landsliðið var í mótburði var eftir 3-0 ósigurin á Tórsvølli fyri Aserbadjan. Tá svaraði landsliðið aftur við at spæla javnleik 1-1 móti Kosovo, sum seinni vann bólkin.

 

Les eisini: Rumensk virðing fyri Føroyum

 

- Tað er ein líknandi reaktión, sum vit skulu hava. Renna, berjast, verja eina rúgvu og so royna at skapa nakað upp á umstillingar. Vit skulu aftur til tað, sum vit altíð mugu gera. Vit trúgva upp á eitt gott úrslit, men fyrst og fremst skulu vit avrika væl, sigur liðskiparin, sum væntar ein torføran dyst.

 

- Tað verður torført, tí rumenar hava akkurát tapt og skulu teir víðari, so skulu teir vinna á okkum. Teir koma við 300 kilometrar ferð. Tað skulu vit vera klárir upp á og standa ímóti, sigur miðverjin.

 

Vita ikki liðið enn

Lars Olsen hevur hildið kortunum óvanliga tætt at kroppinum til hendan dystin. Hann hevur váttað, at tað verða onkrar broytingar, men vil ikki siga nakað. Tað hevur skapt ein spenning í hópinum, sum ger at spælararnir eru á dubbunum.

 

Les eisini: Tað verða broytingar sigur Lars Olsen

 

- Vit vita einki um liðið enn og tað er eitt sindur sjálvsamt. Tað er ein ávísur spenningur í hópinum, tí nú eru nøkur pláss upp á spæl. Hetta verður ein spennandi venjing, sigur Alti Gregersen.

 

In.fo gitir at Heini Vatnsdal, Kaj Leo í Bartalsstovu og Klæmint A. Olsen koma inn fyri Rógva Baldvinsson, Sølva Vatnhamar og Jákup L. Thomsen. Dysturin byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda klokkan 19.