Átta føroysk mál í tapi á útivølli

KA tapti móti Vali á útivølli, og er nú tvey stig frá endaspælsdystunum


Áki Egilsnes skoraði seks mál og Allan Norðberg skoraði tvey mál tá lið teirra, KA á útivølli í kvøld tapti 25-30 móti Vali, ið er eitt av toppliðunum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var Valur á odda 16-13.

 

Nú bert eitt umfar er eftir í grundspælinum er KA tvey stig frá meistaraendaspælinum har átta tey ovastu liðini skulu fyrst spæla fjórðingsfinalur.

 

Sunnudagin má KA vinna á FH á heimavølli og samstundis vóna, at ÍR tapir fyri Akureyri um tað skal eydnast KA at enda millum átta tey ovastu liðini í grundspælinum.

 

Støðan:

 


NR
LIÐDVJT
1Haukar211542597:55334 stig
2Selfoss211524597:56232
3Valur211434592:50631
4FH211155579:54227
5ÍBV211047599:59124
6Afturelding21858560:55321
7Stjarnan218211570:58918
8ÍR216510556:57017
9KA216312541:56515
10Fram216114534:56713
11Akureyri215214533:58812
12Grótta213216472:5448