Aubameyang tykist seldur

Miðlar: Nýríkur risi í Evropa hevur vunnið kappingina um Pierre-Emerick Aubameyang

Sambært fronskum miðlum, so hevur Paris Saint-Germain vunnið kappingina um málsøkna og skjóta áleypara hjá Borussia Dortmund, Pierre-Emerick Aubameyang. Prísurin skal eitast at verða um 600 milliónir krónur.

 

Les eisini: Fyrsta stóra keypið er veruleiki

 

Paris Saint-Germain endaði, eftir fýra ár á rað sum meistari, á øðrum plássi í fronsku Ligue 1 í ár. Nú tykist felagið, sum í 2011 bleiv keypt av Qsi úr Katar. Við tí bleiv felagið eitt tað ríkasta í heiminum. Tað sæst aftur á avrikinum á vøllinum og spælarunum í hópinum.

 

Nýggjasta stórkeypið er so Pierre-Emerick Aubameyang úr Gabon. Hann hevur verið ein lyklaspælari hjá Borussia Dortmund síðani hann í 2013 bleiv keyptur úr franska Saint-Étienne. Tað hevur ljóðað, at feløg sum Real Madrid, Manchester City og Manchester United hava havt eyguni eftir framherjanum.

 

Eru søgurnar úr fronskum miðlum á rættari leið, so er talan um ei prís á 600 milliónir krónum, harav 50 av teimum enda í lummanum hjá Pierre-Emerick Aubameyang og hansara fólki. Vikulønin sigst verða um 1,7 millónir krónur.

 

Stórfeløg liggja framvið

Ein rundtúrur á stóru miðlunum í Evropa sigur, at Manchester City í løtuni er favorittur at keypa stjørnuskotið í Monaco, Kylian Mbappe. Felagið hevur longu keypt Bernardo Silva frá Monaco.

 

Søgan sigur eisini, at PSG hevði Alexis Sanchez hjá Arsenal sum fyrsta val, men har skal Bayern Munchen verða favorittur at keypa – um hann verður seldur. Her ljóðar eisini, at Pep Guardiola eisini vil hava hann til Manchester City. Tað var júst Pep Guardiola, sum keypti Alexis Sanchez til FC Barcelona í 2011.

 

Romelu Lukaku hevur fingið at vita frá Everton, at hann kann fara um tað eru ávís feløg, sum bjóða rætta prísin. Belgiski metmálskjúttin hjá Everton hevur fleiri ferðir verið settur í samband við Manchester United og fyrrverandi felagið, Chelsea.

 

Hetta eru alt gitingar, sum eru frammi í altjóða miðlum í løtuni. Tað vera tað nógvar av í summar, tí tað er líkt til, at fleiri av stóru feløgunum ætla sær at keypa.