Leita á in.fo

Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Dráttur vann 3-1 á Mjølnir í steypahálvfinaluni í KÍ-høllini

Heri Simonsen 10.02.2018 (17:05)

Avgerandi bóltarnir: Dráttur-Mjølnir 3-1 (Rás2)

Tað verða Dráttur og Fleyr sum møtast í steypafinaluni hjá kvinnum í flogbólti í høllini á Hálsi. Finalan verður leikt leygardagin 24. februar.

 

Dráttur vann 3-1 á Mjølnir í hálvfinaluni, sum var leikt í KÍ-høllini. Settmunurin var 25-21, 25-17, 19-25 og 25-16.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2: 

 

1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá avgerandi bóltunum í dystinum Dráttur-Mjølnir 3-1. Kristian Mikkelsen var viðmerkjari. 


2) Hoyr Kristian Mikkelsen taka samanum dystin. 

 

Kristian Mikkelsen er vónsvikin av Mjølnir, sum hann heldur kundi avrika væl betur. Tað var bara í triðja setti, at Mjølnir vísti hvat tær kunnu. Talan var um ein sigur til eitt klókt lið hjá Drátti, staðfestir Kristian.

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Petru Sunadóttir Hansen hjá Drátti aftaná dystin hoyrist HER

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Ásu Frederiksberg hjá Mjølnir aftaná dystin hoyrist HER

 

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her