Leita á in.fo

Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá ÍF vann 3-1 á Mjølnir í steypahálvfinaluni í KÍ-høllini

Heri Simonsen 10.02.2018 (19:20)

Avgerandi bóltarnir: ÍF-Mjølnir 3-1 (Rás2)

Mansliðið hjá ÍF í flogbólti hevur vunnið seg í steypafinaluna, sum verður spæld í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin 24. juni.

 

ÍF vann 3-1 á Mjølnir í hálvfinaluni, sum var spæld í KÍ-høllini fyrr í dag. Settmunurin var 25-15, 16-25, 25-17 og 25-23-

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr Óla G. Samuelsen, frásøgumann hjá Rás2 siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Magnus Tausen var viðmerkjari.


2) Hoyr Magnus Tausen taka samanum.

 

Magnus Tausen var fegin um fjórða settið, sum var sera væl leikt og endaði 25-23 til ÍF. Samlað heldur Magnus, at ÍF var tað betra liðið, og tí kann spurnartekin ikki setast við sigurin.

 

- Ein super hálvfinala millum tvey góð lið, har ÍF var tað betra liðið, staðfestir Magnus Tausen. 

 

Samrøðan sum Óli G. Samuelsen gjørdi við Thorvald Danielsen, venjara hjá Mjølnir aftaná dystin hoyrist HER

 

Samrøðan sum Óli G. Samuelsen gjørdi við Ingálv Eyðunsson Olsen hjá ÍF hoyrist HER

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her