Leita á in.fo

Knotur eru í teimum eldru sørvingunum, sum vunnu 3-0 á tí yngra SÍ-liðnum í hálvfinaluni í KÍ-høllini

Heri Simonsen 10.02.2018 (20:55)

Avgerandi bóltarnir: SÍb-SÍa 3-0 (Rás2)

Eldra og sera roynda liðið hjá SÍb skal royna seg í steypafinaluni ímóti ÍF.


Tað er greitt aftaná 3-0 sigurin hjá teimum eldru, SÍb ímóti teimum yngru, SÍa í hálvfinaluni í KÍ-høllini fyrr í kvøld.

 

Settmunurin var 25-21, 25-18 og 25-22.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá Rás2, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í 3-0 sigrinum hjá SÍb ímóti SÍa. Jana Egholm var viðmerkjari.


2) Hoyr Janu Egholm taka samanum dystin.

 

Jana Egholm er vónsvikin av, at yngra SÍ-liðið ikki stóð seg betur í dystinum í dag. Samstundist staðfestir hon eitt framúr gott avrik hjá eldra og roynda SÍ-liðnum, og nú vónar hon, at liðið tekur øll á bóli og knógvar heim ein finalusigur ímóti ÍF. 

 

Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Inga Ole-Jacobsen frá eldra SÍ-liðnum HER

 

Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jón Weihe Simonsen frá yngra SÍ-liðnum HER

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her