B36 eigur Patrik

Um Bryne skal hava Patrik Johannesen, so má hann keypast leysur

Í vikuni hevur In.fo skrivað frá norskum miðlum, at Bryne ætlar at bjóða Patriki Johannesen sáttmála, eftir at hann hevur verið og royndarvant við felagnum.

 

Les eisini: Toppskjúttin hjá B36 á veg til Noreg

 

Patrik Johannesen, sum hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti í ár, hevur sáttmála við B36 fyri komandi kappingarár. Tí er tað ikki bara upp til Bryne, sum hevur landsliðsmiðverjan Rógva Baldvinsson í hópinum, um teir fáa Patrik Johannesen.

 

Les eisini: Halt munn og slepp tær vekk (Frá fyrstu landsliðsúttøkuni)

 

Tvøramaðurin, sum skifti til B36 hetta kappingarárið, hevur staðið seg væl til venjing hjá norska triðju deildarfelagnum. Hann er nú í Føroyum aftur, men tað ljóðar at B36 ikki ætlar geva unga áleypara vekk.

 

Søgan sigur, at B36 eina ferð royndi at keypa Rógva Baldvinsson leysan úr júst Bryne, men at prísurin lá um eina fjórðings millión krónur. So er spurningurin um B36 torir at spæla líka høgt spæl.